Leggja longu ætlanir um næstu fløguna

Sjálvt um fløgan hjá Páll Finnur Páll ikki verður útgivin fyrr enn um tvær vikur, hava teir longu ætlanir um at gera eina afturat.

 

- Vit tosa longu nú um spæla nýtt inn. Eg giti, at ein kemur í 2011, møguliga í 2010. Fyrireikingarnar eru í hvussu er longu farnar í gongd, sigur Páll Hammer, tangentleikari í Páll Finnur Páll, og leggur afturat:

 

- Trupulleikin er bara, at vit eru spjaddir út um lond. Onkur býr í Føroyum, onkur í Danmark og onkur í Eysturríki. So tær fáu ferðirnar, vit eru saman, royna vit at spæla so nógv, sum vit kunnu. Vit hava tó altíð gott samband við hvønn annan.