Leggja ikki upp fyri lønarhækkan

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 leggur ikki upp fyri, at lønarsamráðingar aftur verða í vár

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur bert tikið hædd fyri avtalaða lønarvøkstrinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001.

Hetta hevur hann gjørt, tí hann ikki heldur tað vera neyðugt at taka fyrilit fyri, at lønarsamráðingar verða aftur í vár.

? Tóku vit í fíggjarlógaruppskotinum fyilit fyri einum lønarvøkstri á til dømis 5 prosent, høvdu fakfeløgini fatað hetta soleiðis, at vit høvdu játtað teimum lønarhækkan, og tað ber ikki til, sigur Karsten Hansen.

Tískil kann staðfestast, at neyðugt verður við eini eykajáttan, um tað eydnast hjá til dømis Starvsmannafelagnum at samráða seg til at fáa lønina hækkaða.

Ein annar møguleiki er, at landsstýrið bjóðar fakfeløgunum skattalætta. Men hetta tóktist Karsten Hansen, landsstýrismaður, ikki vera serliga heitur fyri á tíðindafundinum í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram fríggjadagin.

? Ein skattalætti kann føra til, at samfelagshjólini fara at mala ov skjótt, vísti Karsten Hansen á.

Tískil bendir nakað á, at tað ikki fer at vera lætt hjá Fólkaflokkinum at fáa ígjøgnum uppskotið um skattalætta, sum flokkurin legði fram fyri stuttum.