DANSKA STEYPAKAPPINGIN
Í kvøld eru átta dystir á skránni í donsku steypakappingini. Tað, sum er farið av hesi vikuni, hevur danski fótbóltsheimurin fyrst og fremst verið upptikin av syndarligu vanlukkuni í Parkini sunnudagin, sum kostaði einum 24 ára gomlum FCK viðhaldsmanni lívið.
Í kvøld fer FCK í áttandapartsfinaluni at spæla á heimavølli móti OB. Tað er avrátt, at tað undan dystarbyrjan skal verða tøgn í ein minutt, og at spælararnir skulu hava svart bind um armin. Hetta verður gjørt fyri at minnast unga mannin, sum doyði sunnukvøldið. Síðani mánadagin eru ein rúgva av blómum lagdar uttanfyri Parkina. Hesar verða í kvøld fluttar inn á áskoðaraplássini, har eitt økið er avgirt, og har tað í kvøld fer at bera til at leggja heilsanir.
Trý onnur føroysk feløg í Danmark skulu í kvøld spæla í steypakappingini. Frem, sum hvørja ferð hevur Jón Róa Jacobsen millum teir fyrstu ellivu og Gunnar Nielsen á beinkinum sum eykamálverja, AC Horsens, sum hevur Johan Byrial Hansen í verjuni, og Fremad Amager, sum hevur Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum í hópinum. Jann Ingi Petersen er framvegis ikki komin fyri seg eftir óhepna eygnaskaðan.
Frem skal spæla á heimavølli móti Skjold. Hesi bæði feløgini skulu í vikuskiftinum spæla landskappingardyst. Horsens skal spæla á heimavølli móti AaB, og Fremad Amager fer at fáa vitjan av FC Nordsjælland.
Hinir fýra dystirnir eru hesir: Ølstykke-SønderjyskE, Køge-AGF, Herfølge-FCM og Esbjerg-Brøndby.
Fjórðingsfinalurnar skulu sambært skránni spælast mikudagin 10. november.










