Síðani fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina slitnaðu hóskvøldið, hava teir báðir stóru andstøðuflokkarnir arbeitt við einum felags uppskoti um nýval.
Hetta uppskot er nú liðugt og verður borið Løgtingsskrivstovuni í dag. Sambært tingskipanini, skulu uppskot liggja á Løgtingskrivstovuni í 48 tímar, áðrenn tey verða løgd fyri tingið. Tí kemur uppskotið í fyrsta lagi fyri tingið fríggjadagin, um tingfundur verður.
Reinsa luftina
Teir báðir andstøðuleiðararnir, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, eru samdir um, at neyðugt er við einum slíkum uppskoti, tá samgogan ikki sjálv vil taka avleiðingarnar av, at aðalmál hennara ? fullveldismálið - er miseydnað.
? Føroyingar kunnu ikki liva við, at viðurskiftini við Danmark fullkomiliga eru farin í baklás orskað av atburðinum hjá landsstýrinum í fullveldissamráðingunum. Tí mugu vit til at betra um viðurskiftini aftur, og tað kann eitt nývalt løgting best gera, sigur Edmund Joensen.
Jóannes Eidesgaard er samdur við Edmund Joensen.
? Eitt løgtingsval er tað, sum reinsar luftina best, sigur Jóannes Eidesgaard.
Báðir andstøðuleiðararnir eru eisini samdir í, at tað er vanlig mannagongd í einum og hvørjum nýtímans fólkaræðisligum samfelag, at eitt miseydnað aðalmál hjá eini stjórn, verður gjørt til ein kabinetspurning.
? Samgongan hevur havt fullveldi sum aðalmál, og nú hevur hon eftir hálvttriðja ár rent seg fasta. Hetta fær avleiðingar í øllum øðrum demokratiskum londum, vísir Edmund Joensen á.
Ivast í undirtøkuni
Andstøðuleiðararnir hava valt at leggja uppskotið um nýval fyri løgtingið, hóast teir ikki eru vísir í, at uppskotið fær undirtøku.
Uppskotið er eitt uppskot til samtyktar. Eftir tingskipanini merkir hetta, at uppskotið skal hava tvær viðgerðir á tingi og verður endaliga samtykt ella felt við aðru viðgerð. Andstøðan kundi eisini valt at lagt fram uppskot um misálit á løgmann, men hetta hevði merkt, at atkvøðast skuldi beinan vegin.
Tí kann hugsast, at andstøðan hevur valt møguleikan við uppskotinum um nýval, fyri at fáa í lag eitt orðaskifti á tingi, ið møguliga kann fáa partar av Fólkaflokkinum og kanska eisini Sjálvstýrisflokkinum at taka undir við uppskotinum.
Hetta hava andstøðuleiðararnir ikki stórvegis viðmerkingar til.
? Eg kann bert siga, at uppskotið sjálvsagt fellur, um samgongan er samd um sín politikk í fullveldismálinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men eftir tí, Sosialurin hevur frætt frá samgongufundinum í gjár, har samráðingarnar vórðu viðgjørdar, er samgongan ikki samd.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava tilsamans 13 atkvøður á tingi. Fyri at fáa meiriluta fyri uppskotinum er neyðugt at fáa 17 atkvøður fyri tí. Lítli andstøðuflokkurin, Miðflokkurin, hevur eina atkvøðu, men eftir útsagnunum hjá Miðflokkinum higartil, fer hann ikki at taka undir við einum uppskoti um nýval.
Tískil mugu tær fýra írestandi atkvøðurnar á ein ella annan hátt fást frá einum av samgonguflokkunum, um uppskotið skal fáa meiriluta.










