Leggja fram avrik í morgin

Á tíðindafundi í Tinganesi í morgin fer landsstýrissamgongan at leggja fram lista yvir avrik, sum samgongan hevur framt seinasta árið.

– 14. november var eitt ár liðið síðani ABDH samgongan tók við. Landsstýrið hevur í hesum sambandi gjørt eitt avriksyvirlit. Yvirlitið er ein støðulýsing av málunum, sum samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum og í øðrum stórmálum hjá samgonguni, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi í morgun.

Avriksyvirlitið verður almannakunngjørt á tíðindafundi á Løgmansskrivstovuni í morgin klokkan 9.

Á tíðindafundinum luttaka floksformenninir í samgonguflokkinum.