- Verkætlanin at leggja fipur inn í hvørt húsarhald í Sunda kommunu er nú komin til Streymnesar.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
- Í løtuni verður arbeitt við at leggja fipur kaðlarnar á Streymnesvegi frá nummar 114 til 50.
Arbeitt verður í hesum øki nakrar vikur aftrat.
- Síðan verður arbeiðið flutt heim eftir Streymnesvegnum.
Í samband við fipurarbeiðið, sum nú verður gjørt í Streymnesi, kann ferðslan verða tarnað.
- Tí verður heitt á fólk, sum koyra um hesar leiðir, um at vísa varsemi, verður lagt aftrat.