Leggja fíggjarætlan fram í morgin

Býráðsfundur verður í Havn í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 18 verður býráðsfundur í Havn. Á skránni er eittans mál: Fíggjarætlan fyri 2014.

 

Uppskot til fíggjarætlan verður lagt fyri býráðið. Tað hevur verið viðgjørt og fyrireikað í fíggjarnevndini. Nevndin hevur samtykt at arbeiða víðari við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2014 við teirri broyting, at eingin vøkstur verður í rakstrarútreiðslunum, og á fundi í fíggjarnevndini mánadagin samtykti fíggjarnevndin uppskotið at leggja fyri býráðið til 1. viðgerð.