Hóast Milano, Tokyo og New York leingi hava havt eyguni eftir sermerkta og unikka sniðinum hjá Guðrun og Guðrum, og vørurnar eru somikið eftirspurdar í útheiminum, at tær fáa ikki framleitt niðurfyri, er tíðin nú eisini búgvin til at føra vælumtókta merkið meira fram her á landi.
- Klæðir okkara verða millum annað seld í Japan, USA, Danmark og Italia, men vit ynskja eisini at fáa størri pláss í hugaheiminum hjá føroyingum og at selja vørur okkara sum verandi føroyskar, greiða tær báðar frá, nú vit vitja tær í nýggju handilshølunum á Áarvegi 14, har tær siga seg veruliga hava funnið rætta umhvørvið.
- Her í miðbýnum hava vit alt, sum vit kunnu ynskja okkum. Her er ferð á, lív í og ein dukandi pulsur, sum vit kenna tað frá øllum miðbýum í heiminum. Her kemur okkara málbólkur, sum í stóran mun eru fólk, sum koma og fara sum lív er í og sum bara líka detta inn á gólvi á veg til og frá arbeiði ella skúla. Og so hava vit eitt gott grannalag við mótahandlum, hotelli og føroyskum vørum, hvørt um annað, samstundis sum ferðafólk av keiini koma framvið, tá tey koma til landið, siga tær báðar. Og tær vísa á, at tær hava onki gjørt burturúr at lýsa við nýggja handlinum, tí tær í eins stóran mun nýta munn til munn lýsingarháttin, har tað ryktast, at nakað nýtt er á vási.
Rátt trendshow
Hetta gjørdi seg eisini partvíst galdandi, tá stóra trendshowið var á skipasmiðjuni fríggjakvøldið. At fólk ikki rættiliga vistu hvat talan var um, men at tað bleiv ført fram sum nakað stórt, forkunnugt og trendy, sum bara mátti upplivast. Og millum fýra- og fimmhundrað fólk møttu upp til framførsluna, sum ikki er sædd her á landi fyrr. Boðað var frá, at sýningin skuldi byrja klokkan ellivu á kvøldi, men sjálvt showið byrjaði ikki fyrr enn klokkan hálvgum tólv. So fólk fingu tíð til at fáa sær ein drink ella báðar tveir, at mingla og práta og í heila tikið varð ein dámur uppbygdur, sum síðani bleiv útloystur, tá harður tónleikur við eitt floymdi úr hátalarunum og eitt satt ljóshav upplýsti og prýddi hølið og pallin.
- Vit høvdu tilvitað gjørt av at rópa tað eitt trendshow, tí talan var ikki um eina vanliga mótasýning, sum jú er ein sølusýning við nýggjastu kollektiónini. Okkara skuldi vera ein tíðarmynd, sum skuldi vísa tíðarandan og nýggjaska rákið innan mótaheimin. Høllin í skipasmiðjuni er júst tann rætta til okkara klæðir og endurspeglar okkara anda, nevniliga tað stóra, ráða, ljósa og einkulta. Og so skuldi trendshowið í eins stóran mun geva áskoðarunum eina positiva uppliving og ikki minst íblástur til, hvussu klæðini hjá okkum kunnu setast saman og miksast við onnur klæði, hár og tilhoyr, greiða tær báðar frá.
Trendy stjørnutroyggja
Tað, sum fyritøkan veruliga hava sligið ígjøgnum við seinastu mánaðirnar, og sum hevur sannført tær um, at tað finst ein marknaður í Føroyum eisini, er skipstroyggjan við stjørnumynstrinum, sum Guðrum Ludvig hevur broytt frá einum maskulinum stórverki til eina snøgga og vakra feminina troyggju, sum nógvar gentur og kvinnur hava ognað sær.
- Eg havi sniðgivið troyggina saman við einari bindikonu og vit høvdu alla tíðina modernaðu kvinnuna í huganum. Og so er tað ein álitisváttan, at so nógvar hava fingið hugskot og íblástur frá stjørnutroyggini, men at tað samstundis vísir tað seg, at fólk vilja hava upprunaligu vøruna, sum er av merkinum Guðrum og Guðrum, sigur Guðrum Ludvig, meðan hon peikar yvir á røðina av nýggjum klæðum, har avloysarin hjá stjørnumtroyggjuni hongur. Og hon líkist nakað upprunatroyggjuni, men er opin og hevur knappar framman.
- Tað, sum vit vilja vísa við okkara sniði er góðska og tíðarleyst design, siga tær báðar og vísa á, at fólk í alt størri mun ynskja at nýta pening til eitt gott plagg enn fýra vánalig.
- Tað liggur í tíðarandanum, at fólk vilja keypa klæði og brúkslutir í sonevndum serhandlum, sum tekkjast tilvitaða brúkaran. Og tað er júst hann, ið vit venda okkum til, siga tær báðar, sum annars nýta orkuna til at gera seg til reiðar til eina stóra mótamessu í París, sum eitur Tranoi.
- Higartil hava vit savnað okkum um at finna røttu kundarnar og tað hava vit brúkt nógva orku til. Á Tranoi funnu vit teir og eru tað í stóran mun japanar.