Leggja el-kaðal um Fuglafjørð

Fólk, sum ikki vistu betri, ivaðust í, um skipið á myndini kanska hevði borið við land.

Í morgun, tá Fuglafjørður vaknaði, sóu fólk skipið á myndini liggja tætt undir landi á vestursíðuni á fjørðinum. Fólk, sum ikki vistu betri, ivaðust í, um skipið kanska hevði borið við land.

 

Men, so er ikki.

 

Rólant Højsted, havnarmeistari við Fuglafjarðar havn, sigur, at hetta er skipið Vina, ið skal leggja ein kaðal fyri SEV av vestara landinum og eystur á landið hinumegin. Vina hevur føroyskan skipara og siglir undir donskum flaggi.

 

- Kaðalin skal koma upp nakað sunnanfyri oljubryggjuna, og eg havi skilt, at hetta er fyri at kunna veita meira streymorku í økinum.

 

Leggjast kann aftrat, at Fuglafjørður hevur nógv vinnulív, og økið er soleiðis ein stórur avtakari hjá SEV, tá ræður um streym.

 

- Vina kom á Fuglafjørð í gjáramorgunin, og eg havi skilt, at skipið helst verður liðugt við sína uppgávu her á Fuglafirði mánadagin, sigur Rólant Højsted.