Eingin Ólavsøka, uttan renning, og soleiðis er eisini í ár. Tað merkir, at aftur í ár fer felagið, Bragdi, at skipa fyri ólavsøkurenning, og tað verður seinnapartin, leygardagin, 27. juli, klokkan seks
Og hjá nógvum er hetta startskotið til ólavsøkuna, siga tey í Bragdinum. Tey renna runt á Skálatrøð, har tað er slætt og gott at renna, og har tað liggur væl fyri hjá fólki at koma at hyggja at.
Hetta hevur leingi verið fastur táttur á ólavsøku og fólk úr øllum herðashornum plaga at vera við, og hjá fleiri útisetum er tað eisini ein fastur táttur, at renna við Ólavsøkurenningini.
Tey vaksnu renna fimm kilometrar og tað er ein teinur, sum er passalibur hjá ungum, sum eldri, vandum og eisini hjá teimum heldur óroyndu.
Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað, siga tey í Bragdinum.
Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir børnini renna, eru frá 430 metrum til 1,3 kilometrar.
Børnini renna klokkan seks og tey vaksnu renna klokkan 18.30, ella tá børnini eru komin á mál.