? Vit fara nú at leggja alla orku í kanna, hvørjar avleiðingar hetta fær.
Beinanvegin tað frættist, at Landsstýrið hevði givið umstrídda Frøyanes innflutningsloyvi, kallaði formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna nevndina saman at viðgera støðuna.
Tað, sum MÚ heftir seg er ikki, at Frøyanes hevur fingið innflutningsloyvi.
?Tað, sum vit leggja sera stóran dent á, er, at hóast talan er ein stóran línubát, er hann nú endaður í bólkinum saman við útróðrarbátum yvir 40 tons, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í MÚ. Tað kemst av, at fyri at fáa loyvi til Frøyanes, hava reiðararnir keypt og lagt tríggjar útróðrarbátar. Og fiskimálastýrið sigur, at báturin, sum kemur í flotan, skal í sama bólk sum teir, ið hann fær fiskiloyvini frá.
Eindømi ella fordømi
Nevndin í MÚ sigur, at nú Frøyanes er komin í útróðrarbólkin er fiskiorkan í bólkinum munandi økt. Og tað er onki at ivast í, at tað fer at ganga útyvir teir, sum longu eru í bólkinum.
?Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at fyribils er Frøyanes einasta mál av hesum slag, sum verður avgreitt.
? Men tað er ein spurningurin um endin verður, at Frøyanes verður fordømi ístaðin fyri eindømi, sigur formaðurin í MÚ, Chris Jan Michelsen. Tí hvat fara onnur, sum hava líknandi umsóknir at siga til, at teirra mál ikki verða avgreitt, tá ið eitt longu er tað?, spyr hann. Chris Jan Michelsen sigur, at MÚ heldur, at hetta málið fær so víttfevndar avleiðingar fyri útróðrarmenn, at nevndin er samd um at leggja alla orku í at kanna avleiðingarnar.
? Tað er neyðugt, at vit fáa lýst málið út í æsir, sigur Chris Jan Michelsen. Hann sigur, at ein partur av hesum, kanningum verður at fáa fund við fiskimálaráðharran um, hvussu hetta fer at ávirka umstøðurnar hjá útróðrarflotanum.
Hann sigur, at MÚ leggur so stóran dent á málið, at tað er avgjørt, at hetta verður tikið fram um alt annað.
? Tí hava vit samtykt at leggja alt annað til viks fyri at arbeiða við hesum málinum. Tað vil siga, at Meginfelag Útróðrarfelag fer at verða skert í at taka lut í nevndum, ella øðrum arbeiði, sum umboð fyri MÚ eru vald í, sigur Chris Jan Michelsen.