Leggja allar skúlarnar saman

Sunda Kommuna samskipar allan fólkaskúlan í Kommununi í ein felags skúladepil á Oyrabakka

 

Frá 2016 skulu skúlabørninini í Sunda Kommunu ganga í skúla á Oyrarbakka.

 

Tað ætlar kommunustýrið á Sundi.

 

Tey arbeiða við at broyta skúlabygnaðin í kommununi, og í hesum sambandi hava tey havt fundir í teimum ymsu bygdunum.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at fólkið tekur ógvuliga væl undir við ætlanini.

 

Endamálið er at fara burtur frá teimum gomlu og smáu skúlunum til ein størri nútímans skúladepil, ið ætlandi verður á Oyrarbakka, og sum verður ein felags skúli fyri alla kommununa.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran, Heðin Zachariasen, greiða frá ætlanini.