Leggja 13 miljónir eftir sær í Føroyum

Tað er nógv, sum vit ikki hugsa um til dagligt, men sum hevur stóran týdning fyri fyritøkur í Føroyum og soleiðis fyri alt okkara samfelag.

Tað er nógv, sum vit ikki hugsa um til dagligt, men sum hevur stóran týdning fyri fyritøkur í Føroyum og soleiðis fyri alt okkara samfelag.

 

Í síðstu viku kom nýggi grønlendski kombineraði rækju-og uppsjóvartrolarin - Svend C - til Føroyar. Skipið er bygt í Turkalandi fyri einar 370 miljónir krónur.

 

Annar skiparin er føroyingur, Jørgen Jørgensen, sum í apríl hevur siglt í Grønlandi í samfull 40 ár - við undantaki av 14 døgum undir Føroyum við Bresti.

 

- Vit hava bunkrað olju í Fuglafirði, og vit hava tikið proviant í Føroyum. Allur trolreiðskapurin er keyptur frá Vónini. Haraftrat skal skipasmiðjan Mest og møguliga aðrir veitarar gera ymiskt umborð.

 

Jørgen Jørgensen sigur, at reiðaríið Sikuaq Trawl í Nuuk, sum eigur skipið, í minsta lagi hevur lagt 13 miljónir krónur eftir seg í Føroyum - og kanska meira enn tað.

 

Tað er Faroe Agency, sum umboðar grønlendska reiðaríið í Føroyum.