Jenis av Rana, formaður i Miðflokkinum, heldur ikki, at veljarakanningin skal takast so bókstaviliga. Í øllum førum eiga fólk at fara á val og gera hana til skammar og velja ein persón heldur enn ein flokk, sum tey plaga at gera, sigur hann.
Hann vísir á, at fólk í stóran mun velja av vana. Tað vil siga ein flokk, og finna so ein persón í flokkinum at seta krossin við.
Heldur skuldu tey funnið sær perónin fyrst og so flokkin aftaná. Tí so høvdu valevnini hjá Miðflokkinum eisini havt ein møguleika, heldur hann.
Annars heldur hann ikki, at veljarakanningin er so heilt galin, um sammett verður við seinasta fólkatingsval. Tá gav ein veljarakanning Miðflokkinum bara 0,9 prosent av atkvøðunum. Men valúrslitið vísti 2,1 prosent. Nú sigur veljarakanningin3,1 prosent. So um lutfallið millum kanning og valúrslit verður tað sama sum seinast, stendur kanska ikki so heilt illa til hjá Miðflokkinum, heldur formaðurin.
Hann vísir á, at teir stóru flokkarnir, hvør í sínum lagi, alla tíðina kasta hvørjum øðrum fyri alt tað ringa, teir hava gjørt.
?So tað er bara hjá veljaranum at taka teir upp á orðið og velja okkurt annað, heldur Jenis av Rana.
Hann heldur tað als ikki vera so órealistisk at vóna, at Miðflokkurin kann gera eitt so mikið gott val, at hann veruliga kann gera seg galdandi.
?Seinast fingu vit 1.600 atkvøður. Og um nú allir hesir 1.600 veljararnir fingu bara ein veljara við sær í part at velja okkum, so vóru vit har uppi, at vit veruliga kundu hótt teir stóru flokkarnar, sigur ein vónríkur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Hann heldur tað vera av týdningi at stilla upp, hóast ein kortini ikki verður roknaður millum teirra, sum hava nakran møguleika.
?Vit eiga við eitthvørt høvi at vísa, at flokkurin er til, og samstundis royna at styrkja hann.









