Formaður Fólkafloksins á tingi fer at atkvøða fyri misáliti á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.
– Tað hevði einki kostað Kaj Leo Holm Johannesen, um hann tók avleiðingarnar og legði frá sær sum løgmaður, samstundis sum hann skrivaði út val, segði Jákup Mikkelsen á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani.
Hann vísti á, at um løgtingið fellir uppskotið um misálit, so góðtekur løgtingið, at »man kann pella eitt sindur« fyri løgtinginum.
Jákup Mikkelsen segði, at hann á ólavsøk gav løgmanni tey ráð at skriva út val og samstundis leggja frá sær og biða Føroya fólk um um bering.
Men tað gjørdi løgmaður ikki.
– Eg vil ikki vera í tí partinu, sum góðtekur, at tað er í lagi at siga ósatt fyri løgtinginum, og tí fái eg ikki gjørt annað enn at aktvøða fyri uppskotinum um misálit á løgmann, segði Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.