Joan Laporta, Victor Font og Jordi Farre, forsetavalevni, hava allir biðið sitandi forsetan í FC Barcelona, Josep Bartomeu, um at leggja frá sær í stundini og útskriva nýval. Tað var kreppa í felagnum undan tíðindunum í gjár, um at Lionel Messi ikki ynskir at halda fram í felagnum. Nú er talan nærri um borgarakríggj.
Í gjár savnaðust viðhaldsfólk hjá felagnum og róptu ókvæmisorð og annað eftir Josep Bartomeu, sum síðani 2014 hevur verið forseti í felagnum. Eftir eitt gott kappingarár í 2014/15, so hevur gongdin verið vánalig. Tað sæst aftur á úrslitunum og spælaraskiftunum.
Tað byrjaði við at felagið ikki megnaði at halda upp á Neymar, ið fór til PSG. Tilgongdin hevur talt spælarar sum Osumané Dembéle, Antoine Griezmann og Philippe Coutinho, ið allir hava kostað um eina milliard krónur í part. Ongin teirra hevur sligið til.
Ronald Koeman er nýggjur venjari, men hann hevur fingið eina torføra byrjan, nú Lionel Messi alment hevur boðað fra, at hann ikki ymskir at halda fram. Hetta hevur útloyst sanna øði millum fjeppararnar hjá FC Barcelona.
##med2##
Tað verður forsetaval í mars mánaði, men nú hava at kalla øll forsetavalevnini heitt á sitandi forsetan um at leggja kongin umgangandi. Josep Bartomeu kann ikki sita koamndi valskeið, so spurningurin er hvat tað nyttar at byrja eina kollvelting nú?