Frank Lampard, Steven Gerrard og Didier Drogba eru nøvn, sum vanligi Premier League-fjepparin kennir væl til. Aftaná dagsins seinasta leikumfar er tó greitt, at hesir trýggir ongantíð aftur vera at síggja í eyðkendu kappingini, sum so nógvir fótbóltsáhugaðir føroyingar fylgja við í.
Frank Lampard segði farvæl við manér. Manchester City leikti á heimavølli ímóti Southampton, og har vann heimaliðið ein favorittsigur áljóðandi 2-0. Lampard skoraði málið til 1-0, ið eisini var hansara 177. mál í Premier League gjøgnum tíðirnar. Hetta merkir, at hann er á einum fjórða plássi fyri flest mál í Premier League nakrantíð. Ómetaliga imponerandi fyri ein leikara, ið hevur leikt á sentrala miðvøllinum alla sína karrieru.
Verri var hjá Steven Gerrard, ið á seinasta sinni umboðaði hjartafelag hansara, Liverpool. Avrikið hjá Liverpool í útidystinum ímóti Stoke var onki annað enn ússaligt, og longu í hálvleikinum var Liverpool aftanfyri 5-0(!). Í seinna hálvleiki gekk betri, og Gerrard bjargaði eitt sindur av æruni við at skora sítt allar seinasta mál fyri Liverpool. Endaliga úrslitið gjørdist tó heili 6-1 til Stoke.
Didier Drogba bleiv útskiftur longu aftaná hálvan tíma vegna skaða í dystinum ímillum Chelsea og Sunderland. Tað sermerkta var tó, at Drogba varð borin út í kongastóli av sínum liðfeløgum. Drogba náddi at skora 104 mál fyri Chelsea.