Legendariskur frásøgumaður á Rás2 sunnudagin

Árni Gregersen fer sunnudagin at royna seg í einum leikluti hann mangan royndi áðrenn aldarskiftið

Í dag er hann mest frammi sum tíðindamaður og politiskur viðmerkjari, men Árni Gregersen er ein fjøltáttaður maður, og hevur roynt seg í mongum øðrum enn bara tíðindaflutningi og politiskum journalistikki.

 

Áðrenn aldarskiftið var Árni Gregersen mangan frásøgumaður til ítróttarhendingar. Fyrst í Útvarpi Føroya, og síðani í Sjónvarpi Føroya, áðrenn leiðin gekk niður til Bornholm at starvast nøkur ár. 

 

Nú eru so boð eftir Árna Gregersen aftur. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen eru staddir uttanlands í arbeiðsørindum, og tí hevur Rás2 heitt á roynda frásøgumannin at traðka til aftur, og royna seg í leiklutinum, sum hann so mangan royndi í hinari øldini.

 

Sunnudagin klokkan 15 fer royndi frásøgumaðurin at siga frá dystinum í effodeildini millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali í Havn. Viðmerkjari verður Teitur Joensen. Heri Simonsen verður í Rásarúminum, og hann fer at hava heimildarfólk til hinar dystirnar, KÍ-EB/Streym, Suðringar-NSÍ og 07 Vestur-Skála.

 

Øll kunnu lurta beinleiðis eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.