Legenda skal venja AB

Kári Reynheim er nýggjur høvðusvenjari hjá AB

Tað verður Kári Reynheim, sum komandi kappingarár skal royna at fáa AB upp í bestu deildina aftur. Hann er í kvøld settur sum venjari hjá besta liðnum, sum flutti niður í ár.

 

Fyribils er talan um ein eitt ára sáttmála, har málið er at fáa liðið upp í bestu deildina aftur. Kári Reynheim var í ár venjari hjá næstbesta liðnum hjá AB. Hann tekur við eftir Trygva Mortensen, sum nú er venjari hjá 07 Vestur.

 

- Kári Reynheim skal fáa AB upp aftur í Effo-deildina, sigur Rói B. Poulsen, formaður í FC Argjum, ið rekur besta liðið hjá felagnum.

 

Hetta er aðru ferð, at Kári Reynheim er høvðusvenjari hjá AB. Hann stóð eisini við róðrið í 2004, umframt at hann hevur verið ungdómsvenjari í felagnum fyrr.