Tað er eingin ivi um, at John Terry eigur eitt serligt pláss í hjørtunum hjá flestu Chelsea fjepparum.
Leikarin hevur verið ein av berandi kreftunum hjá Chelsea tey árini, tá felagið hevur verið á toppinum í enskum fótbólti, og er hann mest vinnandi liðskipari hjá felagnum nakrantíð. Við Chelsea hevur hann vunnið Premier League fýra ferðir, FA Cup fýra ferðir, League Cup tríggjar ferðir, Champions League eina ferð og Euro League eina ferð.
Tað er tó ein sannroynd, at alt fær ein enda, eisini yrkisleiðin hjá einum fótbóltsleikara. Leingi tyktist eisini, at tann endin var komin hjá John Terry. Gjøgnum størsta partin av farna kappingarárið hevur ljóðað, at leikarin ikki fór at fáa eitt tilboð um at leingja sáttmálan við felagnum, ið hann hevur leikt við síðani hann kom til felagið sum ungdómsleikari í 1995.
Í dag kunngjørdi felagið tó, at teir hava longt um sáttmála við 35 ára gamla leikaran. Sostatt fær hann møguleikan at leggja aftrat teimum 703 dystunum, ið hann hevur leikt fyri felagið.
- Øll vit at eg eri Chelsa alla vegin ígjøgnum. Eg gleði meg til næsta kappingarár undir nýggja venjaranum og vónandi verður tað eitt úrslitagott ár, segði leikarin eftir, at hann hevði skrivað undir nýggja sáttmálan.