- Veteranurin og legendan Búgvi Poulsen frá Havnar Judofelag (Horsens Judo Klub – DK) endurtók góðu úrslitini frá árunum frammanundan og dró eitt Norðurlendskt Meistaraheitið heim til Føroya. Aftan á 4 harðar dystir í vektbólkinum undir 81 kg., kundi hann trína fram á ovasta pláss á sigurskamlinum sum vinnari av gull heiðursmerkinum.
Soleiðis skrivar Judo Føroyar í tíðindaskrivi í dag. Tí tað var um vikuskiftið, at danin Roland Vogt hevði sína fyrstu uppgávu sum coach fyri føroyska judolandsliðið. Uppgávan var Norðurlendska Meistarakappingin, sum hesa ferð varð hildin í Hillerød í Danmark.
Tilsamans vóru 12 ungir menn og kvinnur úttikin til uppgávuna.
Búgvi Poulsen bleiv tann stóri sigursharrin. Í einum sterkum bólki fyri veteranar undir 81 kg. kom hann frá kappingini sum vinnari, eftir ein sera sannførandi sigur á danska meistaranum fyri veteranar undir 40 ár, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Les alt skrivið frá felagnum her.









