Gamla, føroyska landsliðshetjan, Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara í 2. deildarfelaganum, Fremad Amager vitjaðu B93 á Eysturbrúgv í dag.
Dysturin endaði við 1-0 sigri til Fremad Amager, har Christian Lamhauge Holst við einari góðari sending spældi Johannes Madsen leysan, tá eitt korter var farið av dystinum. Johannes Madsen tók av, og meddaði bóltin upp í handara horn til sigursmálið 1-0.
Fremad Amager er nummar tvey í 2. deild, bólki 2 við 20 stigum fyri 11 dystir. Teir eru eitt stig aftanfyri gamla føroyingafelagið, Frem.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj vakra málið, og samrøðu við málskjúttan Johannes Madsen.
Kykmyndin er frá YouTube rásini hjá Fremad Amager.