Legði upp til valstríð

Fullveldi var høvuðstemaið í formansfrágreiðingini hjá Lisbeth L. Petersen á landsfundi Sambandsfloksins

Formansfrágreiðingin hjá Lisbeth L. Petersen á landsfundi Sambandsfloksins byrjaði við fullveldinum og endaði við fullveldinum. Fullveldismálið og serliga Tjóðveldisflokkurin fingu av at vita frá forkvinnuni hjá Sambandsflokkinum, men hinir báðir flokkarnir fingu munandi meira vinarlig orð. Hon hevði als einki gott at bera sitandi samgongu og fullveldisætlanini.
Hon kallaði seinasta løgtingsval fyri eitt protestval, har fólk vístu sína ónøgd við bankamálið. Nú skuldi verið ørðvísi, segði hon.
Lisbeth nevndi í røðu sínari fleiri ferðir, hvussu skerjingin av blokkinum hevði ávirkað føroyska samfelagið. Hon vildi vera við, at skerjingin av blokkinum kundi senda føroyska samfelagið út í búskaparligt óskil.
Forkvinna Sambandsfloksins legði eisini fram, hvat Sambandsflokkurin ætlar at fara til val uppá. Valuppleggið hesaferð líkist eisini tí, ið varð nýtt til fólkatingsvalið. Ríkisfelagsskapurin verður raðfest fyrst, tí hetta er treytin til alt annað, metti Lisbeth. Persónliga frælsið og vælferðin verða hini bæði punktini í valupplegginum hjá Sambandsflokkinum.
Lisbeth L. Petersen heitti inniliga á sínar floksfelagar um at leggja alla orku í komandi valstríð.