- Legði skjótt til merkis at tað gongur væl í Føroyum

Amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Laura Lochman, er í Føroyum hesar dagar. Hon er fyribils sett í starvs um sendikvinna, inntil ein nýggjur er settur. Fyrrverandi sendimaðurin, Rufus Gifford, fór úr starvi í januar, eftir stjórnarskifti í USA.

 

Laura Lochman er komin til Føroya við starvsfólki frá sendistovuni í Keypmannahavn at kunna seg um politiskt viðurskiftir her heima

 

Tað er fyrstu ferð, at Laura Lochman er í Føroyum og hon sigur, at tað legst væl til merkis, at tað gongur væl í Føroyum.

 

- Eitt tað fyrsta eg leggi merki til, er hvussu hvussu gott tit hava og hvussu væl tað gongur í Føroyum. Nógv ferðafólk koma hendaveg og nógv fólk koma inn og út úr handlum. Tit byggja stórar tunlar og nógvar stórar verkætlanir eru í gongd. Mann leggur merki til hvussu væl tað gongur, sigur Laura Lochman.

 

Føroyar týdningarmiklar í arktiskum samanhangi

 

Arktiska økið gerst alt meira áhugavert hjá fleiri stórveldum. Føroyar eru eisini áhugaverdar í so máta og tað sæst aftur í millum øðrum almennu vitjanunum, ið vit hava havt seinastu árini. Til dømis var amerikanski herflotaráðharrin, Ray Mabus, á almennari vitjan í Føroyum í fjør.

 

Laura Lochman sigur, at arktiska økið eisini hevur stóran áhuga fyri USA.

 

- Eitt dømi uppá tað er, at amerikanski uttanríkisráðharrin fer á fund í arktiska ráðnum, sum verður í Alaska skjót, sigur Laura Lochman.

 

Les longri samrøðu við amerikonsku sendikvinnuna í Sosialinum mánadagin.