Legði frá sær av persónligum orsøkum

Finnleif Guttesen vil ikki siga, hví hann leggur frá sær sum borgarstjóri á Tvøroyri

Borgarstjóraskifti

?Tað er av persónligum orsøkum.
Tað er tað einasta, Finnleif Guttesen hevur at siga um orsøkina til, at hann legði frá sær sum borgarstjóri á Tvøroyri mánakvøldið.
Og hetta var eisini tað einasta, hann upplýsti fyri býráðnum og hann ger greitt, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Hann sigur, at hann nú heldur fram sum vanligur býráðslimur á Tvøroyri. Hann fer eisini aftur í sítt gamla starv hjá SEV í Suðuroy- men fyrst ætlar hann sær at halda frí í eina tíð.
Hann sigur, at hann hevur havt tvey spennandi ár sum borgarstjóri og hesi bæði árini vildi hann ikki verið fyriuttan og hann sigur, at hann hevur havt gott samstarv, bæði við býráðslimir og við umsitingina hjá kommununi.
Tá ið hendan býráðsamgongan varð skipað, gjørdi samgongan eina avtalu um, at Finnleif Guttesen skuldi vera borgarstjóri í tvey ár, sum er helvtin av valskeiðnum og so skuldi Kristin Michelsen vera borgarstjóri í seinni helvt avb valskeiðnum.
Men so gjørdi kommunala eftirlitið vart við, at ein slík avtala var ólóglig, tí at borgarstjórin er valdur fyri alt valskeiðið. Eftir tað boðað býráðssamgongan á Tvøroyri frá, at avtalan varð sett úr gildi aftur.
Kommunuvalið varð í heysti í 2000 og nýggja kommunustýrið tók við 1. januar í 2001. Sostatt var helvtin av valskeiðnum farin á nýggjárinum fyri einum mánaða síðani.
Vit spurdu Finnleif Guttesen um tað kortini hevði nakað við upprunaligu samgonguavtaluna at gera, at hann leggur frá sær, nú helvtin av valskeiðnum er runnið.
?Eg havi ikki fleiri viðmerkingar, er tað einasta hann sigur.
Men hann leggur kortini afturat, at avgerðin um at biðja um at verða loystur úr starvi, var tikin brádliga.