Forsetin í Brasil, Luiz Inacio da Silva, umhugsar at stevna blaðnum New York Times, sum vildi vera við, at forsetin hevur rúsdrekkatrupulleikar.
Í einari grein herfyri umrøddi New York Times eina vitjan hjá brasilska forsetanum á einari ølstevnu, og blaðmaðurin gjørdi greitt, at eftir hansara tykki hevði forsetin drukkið so nógv, at hann var sjónliga ávirkaður.
Orðini hava fingið øði í brasilskar politikarar. Talsmaðurin hjá forsetanum sigur við BBC, at sendiharrin í Washington hevur fingið boð um at taka málið upp, og at hann skal tosa við blaðstjóran á New York Times.
Málið er eisini komið í brasilska tjóðartingið. Har halda fleiri, at amerikanska blaðið hevur háðað Brasil. Tað er ikki brasilski forsetin, men tann amerikanski uttanríkispolitikkurin, sum er fullur, siga teir brasilsku tingmenninir.










