Legði deytt pinkubarn frá sær

Týska løgreglan leitar eftir einari kvinnu, sum hevur lagt tvey deyð pinklubørn frá sær tætt við danska markið. Í síðstu viku varð líkið av einum pinkubarni funnið á markinum millum Danmark og Týskland.

DNA-kanningar hava nú avdúkað, at barnið hevði somu mammu sum eitt pinkubarn, sum varð funnið við markið fyri einum ári síðani. Tá leitaði løgreglan leingi eftir mammuni, men til fánýtis.

Týska løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum halda seg vita okkurt um málið, og sambært danska útvarpinum er eingin av fráboðanunum komin úr Danmark. Kortini væntar danska løgreglan, at týskarar fara at biðja um hjálp til at finna kvinnuna.