Lech Walesa innlagdur

Fyrrverandi polski forsetin er innlagdur við hjartatrupulleikum Lech Walesa, fyrrverandi fakfelagsformaður og forseti í Póllandi, er lagdur inn á eitt sjúkrahús í Houston í USA, tí hann hevur trupulleikar við hjartanum.

Walesa hevur fyrr fingið viðgerð fyri hjartatrupulleikar, men sagt verður, at støðan er meiri álvarssom hesaferð. Sjálvur sigur Walesa, at tað er bardagi hansara ímóti kommunismuni, sum gevur honum hjartatrupulleikar nú.

-Eg havi arbeitt ov nógv og liðið av strongd. Kommunisman var mær dýr, og tað sæst nú, sigur gamli fakfelagsformaðurin og forsetin.