500 amerikanarar hava í hesum døgum møguleika at leasa ein eldrivan Mini E sum eina royndarverkætlan.
Í hesum døgum kunnu 500 amerikanarar í statunum California, New York og New Jersey, leasa ein Mini E, sum er ein el-drivin Mini, fyri 860 dollarar um mánaðin, inklusiv service og eftirlit av bilinum.
Allir teir 500 leasaðu bilarnir eru heilt eins og hava sama lit. Koksgráir við silvurlittum taki og gulum logo á síðunum og á takinum, sum vísa at talan er um ein elbil.
Leasingavtalan gongur út, tá amerikanarnir hava koyrt í bilunum í eitt ár. Tá skulu bilarnir sendast aftur til München í Týsklandi, har teir skulu kannast og eftirhyggjast.
Verkæltanin við leasingavtaluni hevur til endamáls at fáa bilarnar royndarkoyrdar, áðrenn teir eftir ætlan skulu framleiðast um nøkur fá ár, verður sagt frá BMW í München, ið eiga Mini sum annars verða gjørdir í Onglandi.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum</