Learn To Ride On Hitlists

Hóast føroyskur tónleikur ikki er so væl umboðaður á 15 teimum bestu hesa vikuna, so er eitt føroyskt lag, ið eingin klárar at syfta, 3. viku á rað liggur Learn To Ride On Waves ovast.

Aftur hesa vikuna liggur lagið Learn To Ride On Waves á ovastu rók á 15 teimum bestu, hetta er triðja vikan á rað, at frálíka rokklagið hjá Høgn Lisberg liggur ovast á einasta almenna føroyska hitlistanum.
 
Lagið hevði verið 9 vikur innið á listanum áðrenn tað kom á ovastu rók, og við 12 vikum innið í hitanum eru einans 3 vikur til lagið verður koyrt av listanum. 15 vikureglan er ikki altíð so mjúk við tónleik, ið krevur meira enn eina lurting fyri at gerast fólkaogn. Hetta er synd, tí dygdirnar hjá Learn To Ride On Waves halda munandi longri enn tríggjar vikur afturat.
 
Hesa vikuna er tað fyrrverandi nummar eittarin, ið er tættasti avbjóðarin hjá Høgna, nevniliga Goodbye My Lover hjá James Blunt. Robbie Williams tryggjar at ungir penir solistar eiga topp 3 á listanum.
 
Føroyskur tónleikur er ikki serliga væl umboðaður á 15 teimum bestu fyri tíðina. Umframt Learn To Ride On Waves, ið liggur ovast, er næsta føroyska lagið á listanum hesa vikuna Fremmandur á 8. plássi. Hetta lag eigur Petur Pólson av fløguni Koma.
 
Poppkorn og lagið Droymi Mitt Um Dagin liggur beint aftan fyri Fremmandur á 9. plássi Men eisini í eykaløgunum er eitt føroyskt lag, her er talan um fyrsta lagið á nýggju Makrel fløguni, ið kom út í dag, Filthy Tongue. Síðsta lag Makrel høvdu á listanum gjørdist ein sonn landaplága, tað var Forever and Beyond.
 
 
15 tær bestu
 
1        Høgni Lisberg                   Learn To Ride On Waves
2        James Blunt                      Goodbye My Lover
3        Robbie Williams               Advertising Space
4        Kent                                 Dom som försvann
5        Kelly Clarkson                 Because Of You
6        Pink                                 Stupid Girls
7        Madonna                          Sorry
8        Petur Pólson                     Fremmandur
9        Poppkorn                         Droymi Mitt Um Dagin
10      The Black Eyed Peas        My Humps
11      Mew                                Special
12      Chris Brown                     Run It
13      The Pussycat Dolls           Beep
14      The Black Eyed Peas        Pump It
15      Bryan Rice                       No Promises
 
Eykaløg
Maria Mena                               Just Hold Me
Daddy Yankee                           Rompe
UFO Yepha                               Op Med Håret
Fall Out Boy                              Sugar Were Going
Makrel                                       Filthy Tongue