Lea Kampmann við nýggjari útgávu: – Seinferð varð lekidómur úr strongdini

– Eg havi følt, at eg allatíðina mátti gera okkurt annað enn tað, eg gjørdi, og at eg gloymdi hvør eg var. Hendan útgávan snýr seg í stóran mun seg um tað – at tora at fara púra øvugt, sigur tónlistakvinnan Lea Kampmann, sum vit í Sosialinum hava prátað við í sambandi við nýggju útgávu hennara Seinferð

Útgávan er gjørd í samstarvi við Teit Lassen, og fáa vit innlit í eina sera vakra og inniliga fráferð frá strongdini, ið Lea var umfatað av, tá farið var í holt at skapa útgávuna.

 

Løgini fella í oyrað, eru rólig, og nerta samstundis við stór evni sum sorg og kærleika. Eitt nú er lagið »Nú ert tú moldin« skrivað um ommu Leu, ið fór frá foldum fyri fáum árum síðani. 

 

Vit fáa innlit í mongu eginleikarnar hjá Leu sum bæði sangtekstarhøvundur, sangarinna og tónleikari. Tá hon við síni rødd syngur »nú ert tú lagið sum tær dámdi so væl, tað er mín yndis landaplága«, staðfestir hon samstundis sín nýggja lættleika at vera í tí sára. 

 

Hvørji evni viðgerð útgávan Seinferð?

 

– Mong av løgunum snúgva seg um kærleika, um bæði gamlar og nýggjar relatiónir, umframt relatiónina og kærleikan til sín sjálvs. Lagið Pappírstunn snýr seg um at endiliga finna eina relatión, har man kann royna at slappa av og føla seg trygga, hóast man er bangin – at man ikki kann straffa sín partnara fyri eitt minni, sum Medina sigur. At vilja trúgva uppá, at onkur sær alt tað besta. Ein sunnan kærleika í grundini.

 

– Eisini snúgva løgini seg um sorg. Eg misti ommu mína í 2020, ið eg var øgiliga tøtt og góð við. Lagið »Nú ert tú moldin« snýr seg serliga um hana.

 

– Heilt yvirskipað skuldi útgávan sjálv vera ein uppgerð við tað at skunda sær ígjøgnum alt allatíð. Eg havi altíð følt, eg skuldi passa inn í eitt kommersielt radioformat, og tónleikavinnan í síni heild er so kappingarsinnað, og man skal skunda sær so nógv, tí man eigur at geva út so og so ofta. Eg havi følt í hesum skundinum, at eg allatíð mátti gera okkurt annað enn tað eg gjørdi, at eg gloymdi hvør eg var, og hvat er mær natúrligt – tað snýr hendan útgávan seg í stóran mun seg um, at tora at fara púra øvugt.

 

21. september hevur Lea Kampmann útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

 

Í Sosialinum í næstu viku verður longri samrøða við Leu Kampmann at lesa.