Leður og lakk, takk

PRETTY WOMAN. Við slagorðunum, »The little Thing for every Body«, selur Sanna Davidsen í Saltangará eysturoyingum frek undirklæði av slagnum Pretty Woman. Yngru kvinnunum dámar best evarska smá, svørt pløgg úr ráum tilfari

Tað er slutt við at vera fitt.

Ungu konufólkini í Eysturoynni hava tveitt einfaldar, slitsterkar sloggitrussur og fitt hvít blonduundirklæði til viks. Tær vilja heldur hava brósthaldarar og trussur úr leður- og lakklíki. Og G-strongurin er sjálvkravdur.


Aldursmunur

Tað er handilin hjá Sonnu Davidsen í Saltangará, sum m.a. selur hesi eggjandi undirklæði. Tey, sum keypa undirklæði frá Sonnu, eru løtt at bólka. Sambært Oddvá Fossdalsá, krambúðarkonu hjá Sonnu, er kvinnuligu keypararnir ungir; millum 18 og 25 ár. Menninir, ið eisini keypa frek undirklæði (til konurnar), eru nógv eldri; úr 40 árum og eldri.


Tað loysir seg

Um yngri eysturoyingar eru vornir kynsliga djarvari, hevur ikki eydnast okkum at fingið uppspurt. Men at heilt ungar kvinnur keypa krunkasvørt undirklæði, serliga úr ráum tilfari, kundi bent á, at eitt frambrótandi ættarliðsskifti er við at taka seg upp, innanífrá.

Í handlinum hjá Sonnu verður hildið, at eggjandi undirklæði eru ein íløga, sum loysir seg. Serliga í sambandi við Eystanstevnu.

Handilin við teimum freku undirklæðunum er í bygninum hjá Ova Magnussen, har Rúsan og matstovan hjá John somuleiðis halda til.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.

Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?

Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.

-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.