Sunnudagin gjørdist Federico Macheda brádliga eitt kent fótbóltsnavn, tá hann í sínum fyrsta dysti fyri Manchester United skoraði sigursmálið móti Aston Villa í evstu løtu. Men var tað ikki fyri serligu italsku transfer-reglurnar, hevði Macheda neyvan verið í Manchester. Hesir forbjóða nevnliga feløgum at skriva sáttmála við spælarar, fyrr enn teir eru fyltir 18 ár, meðan hetta markið í Onglandi er 17 ár. Tí fekk Lazio ikki komið við nøkrum mótspæli, tá Manchester United í fjør gav Macheda sáttmálatilboð. Undan hesum hevur Manchester United nýtt sama møguleika, tá teir fingu fatur á núverandi toppskjúttanum hjá Villarreal, Giuseppe Rossi.