Lazio-FCK í sjónvarpinum

Hjá hyggjarum við parabol er nú møguleiki at síggja seinna dystin millum Lazio og FCK


 

Fótbóltur


Tað mundu vera nógvir føroyingar, sum mikudagin í farnu viku sótu við skíggjan, tá FCK í minniligum dysti basti italska Lazio við 2-1.

Hetta hevur sjálvandi viðført, at áhugin fyri at síggja seinna dystin millum liðini bæði er vaksin munandi. Fleiri rásir hava kappast um rættindini til dystin, men nú er so greitt, at tað verður TVDanmark, sum fer at senda beinleiðis frá dystinum.

Hesa rásina eru tað hampuliga nógv í Føroyum, sum síggja, so ivaleyst verður tað í nógvum stovum kring landið, at fólk fara at savnast, eins og dysturin helst eisini fer at verða vístur á stórskíggjum.