Og dysturin var bert átta minuttir gamal, tá Nistelrooy væntandi legði Real Madrid á odda. Men Lazio kempaði seg inn aftur í dystin, og eftir ein góaðn hálvan tíma javnaði Pandev til 1-1 við einum sera góðum máli. Nakað inn í seinna hálvleik var Nistelrooy tó aftur upp á spæl, tá Raul sendi hann púra leysan við málmanninum, og so var 2-1, men Lazio vildi tað øðrvísi. Móti dystarenda javnaði Pandev en neinaferð fyri Lazio, og Lazio fekk tí ein uppibornan javnleik ímóti spanska stórfelagnum.