Eitt av stjørnuskotunum í Prixnum hesaferð hevur verið bólkurin Lawetz, sum er mannaður við ungum tónleikarum úr Havn.
Tey spæla frískan og funkutan popptónleik, og tað gjørdu teir sera væl í hálvfinaluni leygarkvøldið. Teir komu ikki víðari, men vóru sera væl nøgdir við sína framførslu, og tá ið teir høvdu vant seg við tankan um, at teir ikki komu í finaluna, var lagið gott.
? Vit spældu okkara bestu og vóru væl nøgdir við framførsluna. Vit hava fingið sera nógv burtur úr at verða við í Prixnum, og leygarkvøldið fingu vit eisini nógv góð orð við á vegnum, sigur Dávur Juul Magnussen, sum spælir trombone í bólkinum.
? Tað hevur verið sera trupult hjá dómarunum at døma leygarkvøldið, tí bólkarnar vóru allir góðir á sín hátt. Mær dámdi sera væl Gestir, men fleiri av bólkunum kundu saktans komið í finaluna, heldur hann.
Framtíðin opin
Lawetz er nýggjur bólkur. Teir hava bara spælt saman í eitt hálvt ár, og framtíðin hjá bólkinum er ikki vís.
Orsøkin er, at trummuspælarin býr í Danmark og roynir at koma inn á tónleikaskúla, sum skal fyrireika hann til upptøkuna á konservatorii seinni.
? Framførslan leygarkvøldið gevur okkum rættiliga hug til at halda fram við bólkinum, men vit vita ikki enn, hvussu tað verður. Spurningurin er eisini, hvussu tað verður við trummuspælaranum, um vit skulu halda fram, sigur Dávur Juul Magnussen.
Lawetz er ein av teimum bólkunum, sum ikki hevur spælt til nakra konsert ímillum innleiðandi umfarið og hálvfinaluna, og teir hava onga framførslu á skránni næstu tíðina.
Tí ber til at siga, at tað er óvist, hvussu framtíðin hjá evnaríka bólkinum verður.










