Víkingur og ÍF spældu í gjár 2-2 í fyrsta umfari í Effo-deildini. Grannauppgerðin var til tíðar hart spælt. Tað endaði við, at Adeshina Lawal fekk beinleiðis reytt kort fyri at senda hondina í andlitið á Filip Djordjevic.
Til ber at síggja hendingina við at trýsta HER (kvf.fo)
Adeshina Lawal var alt annað enn nøgdur við, at bara hann bleiv útvístur. Framherjin sigur við Sosialin, at hann kendi seg provokeraðan í støðuni.
- Um eg átti reytt kort í hesi støðuni, so skuldi Atli Gregersen eisini fingið reytt. Hann tók í ein leikara hjá okkum í somu støðu, men fekk bara gult kort, sigur Adeshina Lawal við Sosialin.
Hendingin fór fram í 73.minuttir, bara ein minutt eftir, at Víkingur hevði minkað um munin til 2-1. Súni Olsen javnaði fyri Víking í evstu løtu.
Effo-deildin 1. umfar:
HB-AB 2-2
NSÍ-FC Suðuroy 6-1
Víkingur-ÍF 2-2
TB-KÍ 1-1
EB/Streymur-B36 (Útsettur til týsdagin)