Lawal er á beinkinum

Arnbjørn Hansen er á beinkinum hjá EB/Streymi, sum í kvøld er gestur í Sarpugerði

 

Klokkan 18 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur tekur ímóti EB/Streymi.

Adeshina Lawal plagar at vera fremsti maður hjá Víkingi. Síðstu ferðirnar hevur hann verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla. Í kvøld er Adeshina Lawal tøkur aftur, men hann er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum.

Hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen millum teir sjey, sum frá fyrsta bríksli av sita á beinkinum.

 

Víkingur – EB/Streymur kl. 18.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Dion B. Splidt, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar B. Danielsen – Magnus Jarnskor, Rógvi Egilstoft Nielsen, Sveinur Knútur Magnussen, Jónstein Magnussen – Niklas Kruse, Steffan Løkin