Varmakelda verður í Fuglafirði hetta vikuskiftið, og lagt varð fyri longu í gjár, 29. juni. Stevnudagarnir eru soleiðis frá 29. juni til og við sunnudagin, 2. juli.
Í Fuglafirði verður ein heilur hópur á skránni – alt frá ítrótti, barnatiltøkum, konsertum og framsýningum til barnaróður og FM-róður.
Sum vanligt, verður róð kapp í morgin leygardagin 1. juli, og í morgin bjóðar eisini Fuglafjarðar kommuna til morgunmatar í Mentanarhúsinum.
Klokkan 11.30 í morgin verður varmakelda sett, og tað verður Ólavur Larsen, býráðslimur, sum fer at halda røðu.
Leygarkvøldið klokkan 20.30 koyrir bussur út á varmakeldu til bál, røðu, felagssang og føroyskan dans. Tað verður Margeir Toftegaard, sum fer at halda røðuna úti á varmakeldu.
Bussur koyrir heimaftur av varmakeldu í annaðkvøld klokkan 22, og hetta er eitt ókeypis tiltak.