Ólavur Larsen: Vit fara ikki at grava okkum niður

Tað sigur venjarin hjá ÍF undan dystinum móti KÍ í kvøld. Liðformaðurin er ivasamur til dystin

Í kvøld verður fyrsti dysturin í tí sum eitur 16. umfari, hóast fleiri lið longu hava spælt 16 dystir. Dysturin er millum KÍ og ÍF. Dysturin verður í Klaksvík og byrjar klokkan 19.

Gestirnir hava tikið tey flestu á bóli í hesum kappingarárinum. Fuglfirðingar hava vunnið sær 20 stig, men enn restar í at fáa stig móti einum av fýra teimum fremstu. KÍ hevur vunnið samanlagt 15-0 seinastu tríggjar dystirnar, og vann seinastu innanhýsis uppgerðina móti ÍF 4-1. Tó ætla fuglfirðingar ikki at leggja kongin undan dystinum.

- Vit leggja altíð í okkara spælarar, at vit kunnu fáa nakað bruturúr hvørjum dysti. Vit fara ikki at grava okkum niður, men vit vita væl at tað verður tungt. KÍ er eitt krút sterkt lið, sigur Ólavur Larsen, sum er venjari hjá ÍF saman við Hans Jørgen Djurhuus.

Stóra ivamálið hjá gestunum er liðskiparin Jan Ó. Ellingsgaard. Miðverjin fór av vøllinum í 1-0 ósigrinum fyri NSÍ í farnu viku. Hann fekk sama skaða, sum tá hann fyrr í ár mátti út móti júst NSÍ. Tað er okkurt, sum órógvar í økinum kring lærkrikan, men tá spældi hann aftur stutt seinni. Spurningurin er so um liðskiparin verður á vøllinum í kvøld?

##med3##

Serbiski málverjin, Milos Budakovic, hevur ikki spælt í rúma tíð og spælir ikki aftur í ár. ÍF hevur í Jákupi N. Olsen fingið ein frálíkan avloysara. Bogi Løkin hevur sitið uttanfyri seinastu dystirnar við eini fibur, og stutt undan ólavsøkudystunum móti AB fekk eitt afturstig í endurvenjingini. Hann er ivasamur, men tað ósannlíkt at hann spælir nakran leiklut í kvøld.

Liðtíðindini - ÍF:

Ikki við: Milos Budakovic (langtíðarskaddur)

Ivasamir: Bogi Løkin (baklærið), Jan Ó. Ellingsgaard (fibur)

##med2## 

Betri deildin 16. umfar:

Týsdagin 11. august:

KÍ-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1

Mikudagin 12. august:

HB-AB (18.00) Beinleiðis á FM1

NSÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 16. august:

TB-EB/Streymur (15.00)