Tænasta
Í fleiri ár var hovbingurin, Ólavur Hovsgarð, skipari og stýrimaður umborð á Norrønu, Smyrli og Teistanum. Eitt skifti sigldi hann eisini sum hovmeistari.
Tíðin hjá honum sum skipari umborð á Norrønu endaði lagnudagin á Havnarvág, tá ið Norrøna við roynda hovbinginum á brúnni bar við land og fekk skaða.
Trúgv tænasta
Ólavur tók stýrimansprógv í 1977 og skipsføraraprógv í 1978.
Hann var umborð á Norrønu frá fyrsta degi av, nevniliga 1. apríl 1983. Frammanundan sigldi hann við Strandfaraskipum Landsins, og hann var soleiðis eisini umborð á Teistanum, tá ið hesin sigldi yviri í Trinidad á sinni.
Síðan tíðliga í hesum árinum hevur Ólavur siglt við tí, sum danir rópa "havnabussunum" hjá Arriva Danmark AS.
- Hetta eru bátar, sum sigla við ferðafólki millum støð í Keypmannahavn. Vit eru tveir mans umborð í senn. Um sumrarnar hava vit loyvi at sigla við 67 ferðafólkum í senn og 63 um veturin.
Spennandi avbjóðing
Ólavur sigur, at hann er spentur til nýggja starvið umborð á Smyrli, og hann vónar, at hann við sínum royndum umborð á ferðamannaskipi kann verða við til at økja um tænastustøðið umborð.
Hann vísir á, at hann nú fer á skeið í tí, sum rópt verður "oskar-skipanin", og seinni er hugsandi, at talan eisini verður um skeið í tænastu.
- Jú, hetta er ein spennandi avbjóðing, sum nú stendur fyri framman, sigur fryntligi skiparin, Ólavur Hovsgarð.










