ÍF og Ólavur Larsen hava longt samstarvið, sum nú inniber at hann verður venjari fulla tíð. ÍF skrivar soleiðis á heimasíðuni:
– Felagið hevur seinastu tíðina arbeitt við at seta langtíðarmál fyri felagið, so ungdómsdeildin, kvinnudeildin og mannfólkadeildin koma í eina fasta legu, har felagið fær ein reyðan tráð at arbeiða eftir og fær sett sær langtíðarmál.
– Høvuðsvenjarin hjá Betri Monnum er ein sera týdningarmikil partur av hesum arbeiðnum, so alt felagið er ein sterk eind, sum arbeiðir saman um felags mál. 37-ára gamli lokali høvuðsvenjarin, Ólavur Larsen, hevur verið venjari í ymsum aldursbólkum og hjá báðum kynum í ÍF næstan óavbrotið síðani 2002, so hann kennir væl felagið og hevur upparbeitt sær nógvar royndir sum venjari seinastu 20 árini, hóast sín unga aldur.
– Í 2018 fór hann í undir UEFA A-venjaraútbúgvingina og í desember 2020 var útbúgvingin lokin. Nevndin hevur havt ein góðan dialog við Ólav og eru væl nøgd við tað arbeiði, ið er lagt fyri dagin. Tískil var tað ikki eitt torført val hjá nevndini at longja um samstarvið, og tí skal hervið kunngerast, at nýggjur fulltíðar sáttmáli er undirskrivaður við høvuðsvenjaran, Ólav Larsen, sum er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022.
– Ólavur kemur eisini at røkja aðrar uppgávur í felagnum aftrat uppgávuni sum høvuðsvenjari. Eftir at sáttmálin var undirskrivaður í dag, segði Ólavur í stuttari viðmerking, at hann var væl nøgdur við samstarvið og vónaði at kunna halda áfram við at flyta felagið rættan vegin fram, í tøttum samstarvið við nevnd, venjarar, hjálparfólk og trúgvu ÍF fjeppararnar.
– Eisini segði hann, at avgerðin at forleingja var løtt at taka, tí samansetingin av sterka toyminum rundanum besta liðið er sera gott og jaligi hugburðurin í hópinum ger, at tað er stuttligt og spennandi at fara til arbeiðis hvønn tann einasta dag.