Ólavsøkuróður í Keypmannavnar havn

Ongin ólavsøka uttan kappróður  heldur ikki í Keypmannahavn, har føroyski kappróðurin setti sín heilt serliga dám á Kanalina ólavsøkudag


Eitt av hæddarpunktinum á ólavsøkuhaldinum í Keypmannahavn er kappróðurin millum bátar hjá føroysku róðrarfeløgunum í Danmark. Í ár luttóku heilar níggju bátsmanningar úr fimm feløgum, og er hetta tað mesta til nakað ólavsøkuhald í Keypmannahavn.

Forvitnislig sjón
Stigtakararnir stúrdu eitt sindur fyri, hvussu tað fór at gangast at leggja róðrarbátarnar, tí so nógv bátaferðsla vanliga er á leiðini, har róð varð. Men so skjótt, tað gekk upp fyri fólki, hvat var í ferð við at henda, tóku bátarnir atlit í allar mátar, so róðurin kundi fara fram uttan trupulleikar. Onkrir av teimum fylgdu enntá við róðarbátunum fyri at síggja róðurin tætt at. Tað var eisini týðiliga ein óvæntað og sera forvitnislig sjón, sum møtti mongu ferðafólkabátunum á Kanalin, tá flaggskrýddu føroysku bátarnir komu skúmandi inn móti Nýhavnini, og tað mundu vera fá ferðafólk, sum ikki høvdu myndatólið frammi hesa løtuna.

Sum á ólavsøku ...
Bæði á Bryggjuni og í Nýhavnini stóðu spentir áskoðarar og róptu av fullum huga á sínar bátar. Í so máta minti stemningurin mest um ólavsøkuróðurin í Havn.
- Sjálvt um tað jú ikki er heilt tað sama, er ongin ivi um, at manningarnar ganga upp í hendan róðurin við lív og sál. Vit vilja jú hava okkurt at venja fram ímóti, so hesin róðurin og Ishøj Regatta hava stóran týdning fyri áhugan og drívmegina í róðrarfeløgunum, sigur Kristvør Hansen, formaður í róðrarfelagnum Neystið. Hon dylur ikki yvir, at bátarnir hava vant dúliga til júst hendan ólavsøkuróðurin, og at spenningurin hevur verið stórur.
Róð varð 600 metra teinin frá Knippelsbro inn til Nýhavnina, og gjørdust úrslitini hesi:
6. mannafør, Kvinnur:
1. Gongurálvur 3.10.24 min
2. Knørrur  3.21.56
3. Vesturskinið 4.01.96
6 mannafør, Menn:
1. Skarvur  3.00.26 min
2. Knørrur  3.01.93
3. Gongurálvur 3.02.84
10. mannafør:
1. Tvørábáturin 2.42.63 min
2. Vábingur  2.43.69
Vinnandi manningarnar fingu handað steyp frá formanninum í róðrarfelagnum Neystið, Kristvør Hansen, ið eisini er limur í stýrisbólkinum fyri ólavsøkuhaldið í Keypmannahavn.
Sum nakað rættiliga forvitnisligt varð nýinnsettið føroyski báturin í Keypmannahavnar havn, Norðbúgvin, dómsbátur í róðrunum.