Í ár er tað Derhard jógvansson, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni. Hann metir tað vera serstakt og ein heiður, og ætlar sær ikki at koma við politiskum viðmerkingum ella at provokera.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku áður, sum prædikar ólavsøkudag. Av teimum, er Derhard Jógvansson tann, sum hevur hægsta starvsaldur.
- Tað er ein heiður at fáa loyvi at prædika, tá føroyingar flestir fylgja við, sigur hann í ólavsøkublaðnum hjá Miðlahúsinum.
Prædikan er bundin at einum ávísum teksti fyri kirkjuárið, og tó at hon ikki er heilt liðug, veit Derhard Jógvansson, hvat hann fer at siga.
- Vit liva í eini strongdari tíð. Øll eru so upptikin, og hevur ein børn, er gerandisdagurin fult upptikin. Men vit eiga tíðina, ognirnar og orkuna. Spurningurin er so, um tað er vert at nýta tíðina til tað, ið vit nýta hana til, sigur hann.
Tað er komið fyri, at prestar hava nýtt høvi á ólavsøku at gera politiskar viðmerkingar. Tað hevur Derhard Jógvansson ongar ætlanir um.
- Eg ætli ikki at provokera. Hetta er kanska ikki ein prædika, eins og allar aðrar, tá nú so nógv fokus er á, men vit eru í kirkju, og hetta er ein prædika. Har verður einki politiskt í, sigur Derhard Jógvansson.
Les alla samrøðuna við prestin, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ólavsøkublaðnum hjá Miðlahúsinum, sum varð borið í hvørt hús mánadagin.