Ólavsøkukonsertin: Páll Finnur Páll

Hóast framførslan mátti skerast niður vegna seinkingar, so var bæði pláss fyri nýggjum og gomlum, tá ið Páll Finnur Páll fóru á pall Páll Finnur Páll gjørdu tað, teir gera best: at spæla fangandi, provokerandi løg, ið ungdómurin elskar.

 

Tað er imponerandi, at so ungir menn kunnu gera landaplágu oman á landaplágu. ?Herbergið? og ?Forelskaður sjónleikari? eru bert tvey av løgunum, ið hava herjað oyggjarnar, síðani Páll, Finnur og Páll Oddur byrjaðu at spæla saman í samband við eina várkonsert í Hoydølum fyri nøkrum árum síðani.

 

Nøkur løg av nýggju fløguni hjá Páll Finnur Páll ?Fram á hermótið? vóru at hoyra, meðan tvær ungar gentur gingu runt millum áhoyrararnar og seldu hana fyri ólavsøkuprís.

 

Av tí at skráin var so nógv seinkað, var talan um eitt ótrúliga skjótt pallskift uppá einans fimm minuttir. Men hetta hoyrdist tíverri aftur, tí ljóði gjørdist ongantíð ordiliga gott. Men tað forðaði ikki áhoyrarunum at syngja við av fullum hjarta til væl kendu sangirnar.