Ólavsøkukonsertin: Crawling Blue

Meðan tað hevði regnað so at siga áhaldandi frá konsertbyrjan, so sleit í klokkan tvey, tá ið blúsararnir í Crawling Blue komu á pall Bólkurin spælir blús í einum popphami. Við Una Debes á odda, góvu teir lurtarunum eitt sindur av balsami fyri oyruni, ið vóru eitt sindur eym eftir hørðu tónarnar frá SIC frammanundan.

 

Tað groovaði væl hjá teimum og eingin ivi var um, at her vórðu sál og kenslur lagdar í tónleikin. Nógv improvisatión og nógvar soloir frá Una.

 

Allir eru úrmælingar á sínum ljóðføri og dugdu síni ting, og tá er tað oftani gott at vera áhoyrari. Eitt sindur av distortion var á vokalinum, og tað riggaði rættiliga væl. Tað undirstrikaði skitna blús-feel?ið.

 

Spennandi verður at hoyra útgávuna hjá bólkinum, ið kemur út í næstum.