Ólavsøkukonsert við føroyskum bólkum

Kendir føroyskir bólkar bera ólavsøkukonsertina, sum verður hildin í kvøld.

 

Ólavsøkukonsertin verður í ár hildin í Tórgøtu – á parkeringsplássinum við Hotel Tórshavn – og í ár verða bert føroyskir bólkar á palli. Og tað eru kendir bólkar, sum skulu syngja og spæla ólavsøkuna í gongd.

 

Á pallinum verða bólkar sum Páll Finnur Páll, 200, MC Hár, Eyðun & Terji og Glóð.

 

Í Perluni fer DJ Brynjolfur at undirhalda frá á midnátt til klokkan 04.

 

Ólavsøkukonsertin byrjar kl. 19.30 og heldur fram til kl 04 í nátt.