Ólavsøkukonsert í Havnar kirkju

Týskvøldið 24. juli klokkan 20 verður konsert í Havnar Kirkju.

Tað er Doriakvartettin, sum sum sæst á myndini, sum fer at spæla kamartónleik.

Fýra føroyingar, sum ganga á Musikkonservatorium í Keypmannahavn, stovnaðu Doriakvartettina í 2009.

Tey eru Heiðrun Petersen, Jón Festirstein, Jákup Lützen og Andreas Restorff. Tey hava fingið undirvísing í kamartónleiki hjá Michael Malmgreen í tvey ár.

Doria kvartettin hevur spælt nýskrivaðan føroyskan tónleik í samstarvi við felagið Føroysk Tónaskøld. Hvørt summar, síðan kvartettin varð stovnað, hava tey spælt á Summartónum í Føroyum.

Síðsta heyst fingu tey nýggjan norskan cellospælara, Live Johansson, ið gongur á solistklassanum hjá Niels Ullner í Odense.

Á ólavsøkukonsertini spælir eisini Henrik Skotte Larsen, íð hevur verið solooboistur í Odense Symfoniorkestri síðan 2005.