Ólavsøkukabarettin eykasýning í kvøld

Tey, sum ikki høvdu møguleikan at síggja ólavsøkukabarettina, hava ein nýggjan møguleika í kvøld, og hetta verður samstundis hin seinasti møguleikin.

Eftir áheitan fer Sjónleikarhúsið at hava eina eykasýning í kvøld klokkan 19.

- Ískoytið frá Sjónleikarhúsinum í hesum heilsutíðum er látur, ið er besta gávan, sum menniskju hava fingið.

Ólavsøkukabarettin hevur sítt boð upp á ymiskt, sum hevur verið frammi, eitt nú makrelmálið, eik-málið og um, hvussu lætt ella tungt tað er at taka avgerðir.

- Øll hava vit eina meining um okkara dunnuhyl, bæði tann við tí reina vatninum og tann við tí óreina vatninum.

Fyrireikararnir siga, at vegna annað virksemi í Sjónleikarhúsinum verður bert henda eina eykasýningin, sum altso byrjar klokkan 19 í kvøld.

Mint verður á, at limir sleppa inn fyri hálvan prís.