Ólavsøkukórið venur í dag

Stóra felagskórið, sum á hvørjum ári við ymisk høvi setir dám á okkara tjóðarhátíð ólavsøkuna ? fyrst og fremst á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag -, hevur sína fyrstu venjing nú komandi sunnudag.

Skráin, sum vanliga hevur verið rættiliga siðbundin, fær í ár helst ein meira nútíðarligan dám, við tað at tað verður tónaskaldið Sunleif Rasmussen, sum fer at skipa fyri. Tað er tí sera umráðandi, at sangarar, sum ætla at verða við, so væl sum til ber møta til hvørja venjing. Ein og hvør er vælkomin, og tað er ynskiligt, at talan verður um eitt veruligt landskór við sangarum helst úr øllum landinum.

Venjingarnar verða á Føroya Læraraskúla hvønn sunnudag hetta fram móti ólavsøku í tíðarbilinum kl. 15.00 ? 18.00.